Leingi hava vit tosað um tað og nú verður tað! Smábarnavenjingin í Bragdinum. Og vit byrja mikudagin 15. mai kl. 16.00
Hetta er ikki nakað nýtt hjá okkum, tí vit hava havt Boga Lenvig, sum hevur tikið sær av smábarnavenjingini. Støðan bleiv soleiðis, at aldursspennið var ov stórt, og hvørki tey størru, upp til 13-14 ár og tey yngru, sum tá vóru niður til 1.flokk, fingu nóg nógv burturúr. Tí valdi Bogi at leggja venjingina saman við Jógvani og Debes, onkrar av døgunum, so teir kundu brúka hvønn annan. Teir báðir venja nemmiliga tey ungu í okkara felagið.
Vit eru nøkur, sum hava tikið okkum saman og bjóða tí til venjing hvønn mikudag kl. 16 í umleið ein tíma. Aldursbýtið er frá uml. 5 árum og upp til eini 9 ár. Ikki so knívskarpt við aldursbýtinum, men ynskiligt er, at eru børnini í yngra endanum, er gott um onkur vaksin er við. Í hvussu er at byrja við.
Vónandi eru fleiri, sum hava hug at møta. Vit eru í hvussu er klár mikudagin 15.mai kl. 16.00 á Tórsbreyt. Gott er um børnini eru í klæðum og skóm, so tey kunnu røra seg og lata seg í eftir veðrinum.
Vit síggjast 🙂