Rennikappingin, Bragdið Top Run, var fyri 14.ferð í dag. Kappingin, sum ikki er sum aðrar, sum byrjar í Kollafjarðardali og endar á Sornfelli, 9.8 km. Bara ein brekka, frá byrjan til enda !
Tað, sum eyðkennir Top Run er, at ofta eru rennarar við, sum vanliga ikki luttaka í øðrum kappingum, men eisini eru fleiri við ár eftir ár. Til dømis vinnarin Sam Vang. Hann hevur runnið við 13 ferðir, var bara ikki við fyrstu ferð og av teimum ferðunum hevur hann vunnið 10 ferðir. Veteranarnir Regin Jóanesarson og Hans Birgir Hansen vóru við aftur í dag. Regin fyri 13. ferð og Hans Birgir fyri 14.ferð. Og hann er tann einasti, sum hevur verið við hvørja ferð.
Tá vit siga Sornfelli, hugsa vit beinanvegin mjørka og soleiðis var tað í dag. Men tað var gott renniveður, lýtt og eitt lítið lot. Ringt hjá teimum, sum hava astma, men øll stríddu seg á mál. Ein, sum rann fyrstu ferð, helt tað verða líka gott, at tað ikki sást fram um nøsina, tí tá sást heldur ikki, hvussu brattir teir seinastu kilometrarnir vóru. Líka so svart tað var í dag, líka sjarmerandi er renningin. Tú rennir og rennir, gongur kanska við hvørt, fyri so aftur at renna. Fót fyri fót og tá so reyðu tølini í klokkuni hómast í mjørkanum, so er sloppið og kenslan at hava vunnið á brekkuni er øgiliga góð.
Hjá kvinnunum var Inga Thorkildshøj fyrst á mál. Hetta var fyrstu ferð at hon var við og var sjálvandi vælnøgd. Øll úrslitini eru her :
https://app.lap.io/event/2016-top-run/results
Bragdið bjóðaði frukt frá Poul Hansen heilsølu, kakao frá MBM og vatn frá Føroya Bjór. Inni í hølunum, sum húsavørðurin Tommy, so beinasamur hevði lænt okkum, var kaffi, te og køka at styrkja seg við, meðan heiðursmerkini vórðu handaði. Køkurnar fingu vit frá Bragdarkvinnum og fyri hugnaløtuni stóðu aðrar Bragdarkvinnur : Anna Sofía, Ásvør og Anna Maria fyri.
Aftaná eina hugnaliga løtu, var ruddað av og bussur koyrdi øll oman aftur í Kollafjarðardal. Enn ein Top Run kapping var at enda komin og so er bara at gleða seg til næsta ár, tá Bragdið Top Run aftur er í føroyska renniálmannakkanum.
Túsund takk fyri tit, sum settu tíð av at renna við, Jan, Svend Åge og Niels, sum eru ótroyttiliga tekniskir og klárir og Bragdarkvinnurnar, sum altíð eru til reiðar við einari hjálpandi hond. Fyrireikarin Herluf, sum fekk alt at ganga upp, Hallur, sum so hegnisliga setti í gongd og endaði við handanini, Eirikur og Rógvi, sum býttu vatnsopar út og Rói og Rani, sum tóku sær av skeltingini.
Okkara næsta tiltak er Kvinnurenningin, sum er um eina viku, leygardagin 20. august. Tað er dagurin, tá maður fer av húsi at hyggja eftir størstu fjøldini av kvinnum, sum fara at mynda Havnar bý 🙂