Sunnudagin 1 juni var Tórshavn Marathon 2025 runnið og lat okkum siga, sum er! Ársins renniveitsla eydnaðist væl, sjálvt um veðurgudarnir vildu nakað annað.
Luttøkutalið við 5 og 10 km, ½ marathon- gongu ½ marathon- og marathonrennarum, kom uppum 700. Hjálparfólkini, sum stóðu vakt, taldu upp ímóti 100 fólkum og við øðrum sjálvbodnum kreftum, man samlaða talið koma upp á eini 130 fólk, sum hjálptu til hendan dagin. Tað eru vit sera takksom fyri og gleðast um, at tað eru fleiri og fleiri, sum ár aftaná ár bjóða sína hjálp. Uttan alla sjálvbodna hjálp, var einki tiltak.
Rógvi Kárason úr Bragdinum vann Tórshavn Marathon og kom á mál við tíðini 2.45.09. Rógvi gjørdist samstundis føroyameistari í marathon 2025.
Hjá kvinnunum vann ein pólsk kvinna, Anna Kawalec við tíðini 3.28.17.
Føroyameistari hjá kvinnum var Ann Thomsen og tíðin var 3.39.46 og í samlaðu uppgerðini varð Ann nummar trý.
Hjartaliga til lukku við sigrinum og við FM, Rógvi 🙂
Myndir og úrslit eru at finna á heimasíðuni hjá Tórshavn Marathon: https://torshavnmarathon.com/