Í Barcelona var ½ marathon kapping í dag og nýtt heimsmet varð sett. Vit høvdu eisini ein luttakara við og tað var ein av okkara bestu langteinarennarum, Rógvi Kárason. Hann setti eisini met – persónligt met – og kom á mál við flottu tíðini 1.11.38!
Umstøðurnar at renna í dag, vóru góðar at renna skjótt, sigur Rógvi, ið føldi seg eitt sindur tungan við byrjan og tá er hart at renna 21,1 km. Beint aftaná var hann eitt sindur skuffaður, tí hann ætlaði at renna eitt sindur skjótari. Men tíðirnar á øllum teinunum, hann rennir, gerast betri, so hann skal ikki verða ov ótolin.
Vit ynskja tær hjartaliga til lukku við persónliga metinum og enn einum hálvum marathon, Rógvi 🙂