So var ólavsøkurenningin liðug og ársins vinnarar funnir. Hjá monnunum vann Rógvi Kárason úr Bragdinum við tíðini 16.49 og hjá kvinnunum vann Rebekka Fuglø Poulsen við tíðini 19.05.
Undirtøkan var góð, tí 98 vaksin og 120 børn stóðu á luttakaralistanum. Veðrið var einastandandi gott og alt gekk væl. Sum nakað nýtt í ár, fingu øll børnini hvør sítt heiðursmerki fyri at luttaka og tað var stuttligt at síggja gleðina í eygunum, tá tey fingu tey handað. Sum altíð høvdu vit “harur” at hjálpa børnunum upp í ferð og at vísa vegin, og í ár vóru tey Arina Ludvig og Eiri J. Glerfoss, tveir ungir íðkarar úr Bragdinum.
Tá komið var á mál, øll móð og tyst, var Mist frá MBM til børnini og vatn frá Føroya Bjór til tey vaksnu. Tey eru altíð beinasom at stuðla, og tað takka vit hjartaliga fyri.
Vit fáa altíð góða hjálp frá okkara limum og soleiðis var eisini hesa ferð. Tað skulu nógvar hendur til at fáa eina kapping væleydnaða og umstøðurnar rundan um skulu rigga. Hjartans tøkk skulu tit hava, hvør sum ein.
Úrslitini í øllum bólkunum eru á leinkjunum niðast á síðuni.
Takk fyri í dag og góða ólavsøku.
Vaksin: https://www.webscorer.com/race?raceid=284433
U13: https://www.webscorer.com/race?raceid=284428
U10: https://www.webscorer.com/race?raceid=284427
D7: https://www.webscorer.com/race?raceid=284425
G7: https://www.webscorer.com/race?raceid=284424