Leygardagurin var ein góður dagur upp á fleiri mátar. Serliga var veðrið gott, tá FM í ½ marathon var sett í gongd, NS ½ marathon í Klaksvík. Og so fóru vit heim aftur við føroysku meistararnum 🙂
Og lítið vistu vit, at hitin skuldi ávirka tey flestu og at ynskitíðirnar máttu gloymast. Sólin skein allan túrin og tí kendist tað sera heitt. Felags fyri øll var, at man gleddi seg at venda og renna í lotinum, sum var helvtina av teininum. Tað køldi so deiliga væl 😉
Rutan er sløtt og tí ber væl til at renna skjótt, men akkurát leygardagin mátti tað málið setast lægri, tí hitin órógvaði.
Ikki tí, Rógvi Kárason rann skjótast og vann og er tí føroyskum meistari á ½ marathonteininum. Har var eingin ivi um sigurin, tí hann lá á odda allan vegin. Olivur Granhøj var nummar tvey og triði maðurin var Torbjørn Hentze, ungi rennarin, sum rann marathon fyri fyrstu ferð í fjør. Allir tríggir úr Bragdinum. Fjóðri og fimti maðurin vóru eisini úr Bragdinum, Bogi Hjalt og Niels Poulsen.
Hjá kvinnunum vann Marita Andrasardóttir úr Bragdinum og har var eingin, sum hótti hana. Hon var á odda allan vegin og er tí eisini føroyameistari. Ann Thomsen, eisini Bragdið, kom á mál, sum nummar tvey og í hølunum á henni kom Lydia úr Lambanum, Roysnið.
Treysti bjóðaði suppu, køku og alt gott, so eingin nýttist at ganga svangur.
Øll úrsltini eru her:
https://www.webscorer.com/race?raceid=350822
Og myndir eru á okkara Facebooksíðu:
https://www.facebook.com/bragdid/photos
Takk fyri dagin tit øll og takk fyri blíðskapin og eitt vælskipað ½ marathon, Treysti!