Leygardagin 6.mai var FM í ½ marathon runnið í Klaksvík. Samstundis var eisini gongu ½ marathon, 5 km stuðulsrenning og barnarenning. Til ½ marathon stóðu 55 luttakarar á listanum.
Rógvi Kárason úr Bragdinum var fyrstur av øllum við tíðini 1:15:29. Aftaná honum kom Oliver Granhøj, eisini í Bragdinum, á mál við góðari tíð, 1:17:39. Oliver er fyri stutt síðani fluttur til Føroya og spennandi verður at fylgja honum. Triði maðurin var Bogi Hjalt 1:21:58, sum eisini er ein góð tíð. Tað sigst, at hann bara hevur tað í sær, at renna væl, so kanska hann fer at gera meira við venjingina.
Hjá kvinnunum var Marita Andrasardóttir úr Bragdinum nógv fyrst á mál, 1:28:25. Hetta var besta tíðin hjá henni í Klaksvík. Ann-Mari av Skarði, Bragdið, kom næst um málstrikuna við tíðini 1:39:10 og henni á baki kom Lydia í Lambanum úr Roysni. 1:39:28. Ann-Mari og Lydia fylgdust allan vegin, men tá ein km var eftir, setti Ann-Mari ferðina upp og náddi á mál, sum nummar tvey.
Nógvir aðrir góðir rennarar vóru við úr Bragdinum og fleiri settu persónligt met. Hjá summum var hetta ein góð roynd at vita, hvussu formurin var, tí okkurt marathon er fyri framman.
Rógvi og Marita eru úttikin til Oyggjaleikirnar á m.a. ½ marathon og bæði eru við fyri fyrstu ferð.
Hjartaliga til lukku við sigrinum 🙂
Niðanfyri eru myndir frá Treysti. Menn superveteranar, menn opin bólkur og kvinnur opin bólkur.