Leygarmorgunin var seinasta umfar av vetrarkappingini, VK8, og sum vanligt var runnið í Runavík. Hesa ferð var rutan broytt og runnið var eftir Fjøruvegnum, nýggja stásiiga vegnum í Runavík. Rennast skuldi 4 umfør eftir sløttum og tað er ikki so ofta at tað er møguligt. Nokk so nógvur vindur var tá runnið var inn eftir, men annars vóru tey nøgd við rutuna, tey sum runnu við.
Rógvi Kárason legði seg á odda beinanvegin og har lá hann trygt líka til hann kom á mál. Hjá kvinnunum kappaðust Ann-Mari úr Bragdinum og Lydia úr Roysninum allan vegin og tá tær nærkaðust málinum var Ann-Mari tann sterkara og saman við Rógva gjørdust tey bæði føroyameistarar á 10 km.
Oliver Granhøj, Bragdið, og Lydia í Lambanum, Roysnið, vóru vinnarar av vetrarkappingini. Fleiri lið úr Bragdinum vóru heiðraði og fingu steyp fyri avrikini. Myndir eru á okkara Facebooksíðu:
https://www.facebook.com/bragdid
Og úrslitini eru her:
Hjartaliga til lukku tit øll 🙂