Leygarmorgunin 25.mars var seinasta umfar í Raska Vetrarkappingini runnið. Hetta var samstundis kappingin um føroyameistaraheiti á 10 km teininum hjá kvinnum og monnum.
Luttakaralistin hevur onkuntíð verið rúgvismiklari, men hetta hevur verið gongdin øll umførini í ár. Her skal tó sigast, at vit í Bragdinum hava møtt væl upp og víst okkara bláa lit, her av hava 8 Bragdalimir gjøgnumført øll 8 umførini. Óført!
Rógvi Kárason kom fyrstur á mál og gjørdist føroyameistari, við so góðari tíð, at hann eisini kláraði oyggjaleikakravið á 10 km. Rógvi lá á odda allan vegin og sum hann segði, so føldist tað væl. Næsta málið hjá honum er longu um vikuskiftið, tá hann skal renna ½ marathon í Berlin. Tað verður spennandi at fylgja við honum.
Ann-Mari av Skarði var fyrsta kvinnan á mál og bleiv eisini føroyameistari. Hon og Lydia í Roysninum fylgdust ein stóran part av rutuni, men Ann-Mari var drúgvari og vann.
Ikki nógv børn eru møtt til vetrarkappingina, men Naomi Vang úr Bragdinum hevur verið við til allar. Eisini hevur Hans Erik Eiriksson, runnið við til fleiri kappingar. Vónin er at fleiri børn møta, so leggjast kann aftrat í yngra endanum.
Tá hetta var seinast umfar, skuldi kappingin gerast upp og tí vóru nógvar handanir. Tað er altið ein serlig løta, tí tey, sum hava verið røsk at møta, eru partur av einum liðið og aftur hesa ferð fingu vit fleiri vinnarar.
Hjartaliga til lukku tit øll 🙂
Øll úrslitini eru her:
Og myndir eru á Facebooksíðu okkara:
https://www.facebook.com/photo/?fbid=670300495104797&set=pcb.670301481771365