Leygarmorgunin 7.januar var árliga nýggjárshálvmarathon, sum Roysni skipar fyri. Ein kapping, sum hevur fleiri ár á baki. Starturin hevur altíð verið í Funningsfirði, og síðani Eysturoyartunnilin lat upp, hevur málið verið í Runavík. Í ár var rutan broytt, so starturin var á Skála og málið var á Toftum, sum tað var áðrenn tunnilin kom.
38 rennarar komu á mál og stóri vinnarin var Rógvi Kárason úr Bragdinum. Hann rann undan hinum beinanvegin og lá langt fremst allan vegin. Hann rann so sera væl og kom á mál við tíðini 1.13.53! Tíðin er langt undir oyggjaleikakravinum, men av tí at rutan ikki er góðkend, kann tíðin ikki brúkast til tað. Men Rógvi er ein góður og seriøsur rennari, so hann man fara at finna sær eina góðkenda rutu at prógva sínar dygdir seinni í vár, Hjartaliga til lukku Rógvi.
Hjá kvinnunum vann Marita Andrasardóttir, sum í september rann undir oyggjaleikakravið. Tíðin hjá henni leygardagin var eitt vet verri, men hon stríðist eisini við onkran smáskaða. Spennandi verður at fylgja Maritu í vár, og vónandi kemur hon skjótt fyri seg aftur. Hjartaliga til lukku við sigrinum,
Fleiri aðrir rennarar úr Bragdinum runnu væl og undir greinini eru úrslitini og myndir.
Roysni bjóðaði til ein bita aftaná kappingina og tað var, sum altíð, ein hugnalig løta saman við góðum fólkum.
Øll úrslitini eru her;
https://www.webscorer.com/racedetails?raceid=301691
Og á heimasíðuni hjá Roysni eru fleiri myndir: