Á nýggjárinum rann okkara sterki og skjóti rennari, Rógvi Kárason, við í einari 10 km kapping í Odense.
Við vóru um 500 rennarar og Rógvi gjørdi ikki mætari enn at koma á mál, sum nummar tvey, við tíðini 32.27. Framman fyri hann var Andreas Lommer, sum er ein sterkur, danskur rennari. Tíðin hjá Rógva er besta tíð hansara á 10 km og er so mikið góð, at hann kláraði Oyggjaleikakravið. Sera flott!
Rógvi sigur sjálvur um kappingina, at tað ikki var ein “typisk” donsk, skjót ruta! Har var ein lítil brekka og so var tað nokk so sjaskutt á einum strekki, umleið 1 km. Øgiliga líkt føroyskum umstøðum. Donsku rennararnir klagaðu í øllum førum um umstøðurnar, men tað var so til Rógva´sa fyrimun.
Rógvi er flúgvandi og spennandi verður at fylgja honum. Hallur Holm sigur, at við hesum úrslitinum staðfestir Rógvi seg sum ein av allarbestu føroysku langteinarennarum yvirhøvur. Og vit kunnu ikki verða annað enn samd.
Hjartaliga til lukku við avrikinum Rógvi 🙂 Vit gleðast við tær 🙂
Øll úrslitini er her:
https://www.sportstiming.dk/event/14127/results?round=78262
Myndin er tikin í Odense nýggjársaftan:






