Í heldur ivasamum veðrið var Raska VK5 og FM í lendisrenning avgreidd í gjár, 4.februar. Ivasamt renniveður, søgdu asfaltsrennarar, herligt, hildu lendisrennarar. Tað regnaði og var vindur, og av tí at tað er vátlendi í Hoydølum, gjørdi tað ikki rutuna frægari, heldur hinvegin. Rutan er soleiðis, at byrja verður við gomlu kostdeildina úti á fløtuni og so verður runnið eitt strekki í plantasjuni og so út aftur á fløtuna, so tað var ikki vátt allastaðni.
Øll komu á mál, skitin og vát, men tað er ein sjálvsagdur partur av tí heila. Rógvi Kárason var aftur hesa ferð klárt á odda og vann trygt. Hjá kvinnunum var Ann-Mari av Skarði fyrst um málstrikuna og umframt at verða vinnarar, gjørdust bæði tvey føroyameistarar í lendisrenning 2023.
Einans tvey børn luttóku. Naomi Vang og Hans Erik Eiriksson og tey vunnu sín bólk.
Øll úrslitini eru her:
Aftaná renningina fingu øll vatn, og frá MBM var kaka og Fit at fáa, og tað kom væl við aftaná ein slíkan túr. Av tí at felagshúsið verður umvælt, læntu vit høli í Fimi, har vit bjóðaðu vaflur og te og kaffi, meðan vit handaðu heiðursmerkini.
Uttan hjálp kunnu vit ikki stápla nakrað kapping á beinini, og aftur hesa ferð eydnaðist alt væl. Túsund takk fyri tit, menn og kvinnur! Tit eru gull verd 🙂
Næsta Raska VK5 er á Viðareiði.
Fleiri myndir eru á okkara Facebooksíðu: https://www.facebook.com/media/set/?vanity=bragdid&set=a.628833172584863