Fimta umfar í vetrarkappingini og vit áttu tørn at skipa fyri. Vanliga hevur tað umfarið verið í Hoydølum og samstundis verið FM í lendisrenning, men vit valdu í ár, við loyvi frá FÍF, at flyta til Sands.
Ættin var sunnan, vindin fingu vit ímóti ein part av teininum, so inn á síðuna, men gleddust um at fáa undanvind á veg aftur á mál. Teinurin var 8,8 km umleið og runnið var frá ítróttarhøllini, niðan í dalin at venda, fram við Sandsvatni, eftir Eystanvegnum og yvir til Visit Sandoy at venda. So skuldi rennast sama veg aftur, men ikki niðan í dalin. Ein deiligur teinur, næstan uttan brekkur og har ferðin kundi setast á, tá rennast skuldi heimaftur. Eisini møttust rennararnir á vegnum og tað setir lív í.
58 rennarar møttu og Bragdið átti aftur hesa ferð vinnararnar hjá monnum og kvinnum, tí danska parið, Jacob og Karoline vunnu sannførandi. Rógvi var næstur á mál og aftaná honum kom Oliver, báðir úr Bragdinum. Hjá kvinnunum gjørdist Rutt, Treysti, nummar tvey og Ann, Bragdið, nummar trý.
Vit vóru so heppin at sleppa inn í høllina at skifta og at bjóða ein drekkamunn aftaná. Vaflur og te og kaffi kom væl við, meðan vit handaðu heiðursmerkini. Frálík hølir og takk fyri Jónhild, at tað lat seg gera.
Ein stórur partur av bólkavinnararnum vóru eisini úr Bragdinum. Í løtuni eiga vit ein sera góðan og skjótan bólk av monnum. Ofta hevur tað mangla, at teir skjótu rennararnir hava onkran annan skjótan at venja saman við, men tað sær nú út til at rigga. Spennandi at fylgja við. Bragdakvinnurnar gloyma vit ikki, tí tær vóru eisini sjónligar í øllum bólkunum !
Í Bragdinum eru vit fegin um at so nógvir av okkara limum møta til kappingarnar. Við bussi til og frá ger nakað serligt við felagsskapin. Eisini frøðast vit um at hini feløgini møta, tí eitt er felagsskapurin millum okkara limir, men tað er eisini ein serligur andi millum rennarar. Onkur kallar tað okkara rennifamilja og tað er júst soleiðis tað kennist.
Ein serlig tøkk til tykkum, sum altíð eru klár at hjálpa til, tá tað kemur til bakstur, at gera klárt til drekkamunn, taka sær av máløkinum og øllum øðrum uppgávum. Túsund takk tit øll 🙂
Tá klokkan var eitt stóð bussurin uttan fyri og vit, saman við taskunum, sum nú vóru nógv tyngri við vátum renniklæðum, smárunnu úr høllini, fyri ikki at gerast regnvát aftur.
Og hjartaliga til lukku Jakob og Karoline og øll hini.
Takk fyri í dag. Nú eru tríggjar vikur til næsta umfar, sum Treysti hevur ábyrgdina av.
Her eru úrslitini:
https://www.webscorer.com/race?raceid=379098&live=1
Og her eru myndir, tiknar við fartelefonum:
https://www.facebook.com/media/set?vanity=bragdid&set=a.1181413937326781