Í dag, sunnudag 26.10.25, runnu tveir av okkara skjótu, ungu monnum hálvt marathon í Valencia. Tað vóru teir báðir, Rógvi Kárason og Neli Heldarskarð, sum báðir luttóku á Oyggjaleikunum í summar. Har vunnu teir gull fyri lið, saman við Julian Gregersen, sum eisini rann í dag.
Rógvi og Neli settu báðir persónligt met. Rógvi rann 1.09.51 og Neli 1.11.43.
Julian, sum fyrr í ár hevur tikið fleiri føroysk met, gjørdi ikki mætari enn at taka føroyska metið á hálvum marathon í dag, við tíðini 1.07.57. Metið til og við í dag, átti Marnar Djurhuus og tað var 1.08.52, so Julian rann næstan ein minutt skjótari.
Hjartaliga til lukku tit røsku menn. Vit gleðast saman við tykkum 🙂





