Oyggjaleikirnir á Gibraltar hava nú verið í gongd í nakrar dagar og íðkararnir í frælsum ítrótti hava verið til fleiri kappingar. Úr Bragdinum eru hesi við: Andrias B. Antoft, Alda S. Lamhauge, Bára J. Glerfoss, Elisabet H. Simonsen, Margit W. Frímundsdóttir, Sarah Vallin og Teresa F. Bláhamar.
Vit her heima hava fylgt við á sosialu miðlunum, men eisini hevur onkur Bragdarlimur sent beinleiðis á Facebook. Og væl hevur hilnast hjá okkara bláu, sum umboða Føroyar og føroysk met eru sett. Fyrr í vikuni runnu Alda, Elisabet, Margit og Oddvør (Treysti) seg víðari til finaluna í 4×100 m og settu eisini føroyskt met við tíðini 50:54. Finalan verður fríggjadagin. Elisabet og Margit runnu 200 m og runnu seg víðari til semifinaluna og har setti Margit nýtt føroyskt met við tíðini 26:40! Tær megnaðu ikki at renna seg víðari.
Mikudagin varð føroysk ítróttarsøga skrivað, tá Teresa, sum fyrsta føroyska kvinna, luttók í hæddarlopið, og hjá Teresu gekk so væl, at hon vann sær eitt bronsuheiðursmerki.
Sarah Vallin skal renna ½ marathon, men rann eisini 10000 m á breyt. Hetta var fyrsta kappingin hjá henni á breyt, men har gekk eisini væl, tí hon rann seg til eitt bronsuheiðursmerki. Hon skal renna ½ marathon fríggjadagin og tá ætlar hon at seta alt inn fyri at fáa eitt so gott úrslit, sum møguligt.
Nakrar kappingar eru eftir, so tað er at fylgja við á Facebook bólkinum hjá Bragdinum og øðrum miðlum.
Hjartaliga til lukku íðkarar og venjarar, og góða eydnu ynskja vit tykkum øllum.