Oyggjaleikirnir eru av og um midnáttarleitið leygarkvøldið, kom ferðalagið aftur av Orknoyggjunum. Ein drúgv ferð, sum byrjaði í Kirkwall umleið klokkan hálvgum átta leygarmorgunin og endaði á flogvøllinum í Vágunum, har øll fóru hvør til sítt, móð og full av góðum upplivingum.
Hjá frælsa ítróttinum hevur gingið væl og fleiri heiðursmerki komu í hús. Føroyskt met varð sett á 4×400 m hjá kvinnunum og tað var ikki væntandi, tá allar ikki vóru 400 m rennarar. Sera gott runnið! Eisini var ein søguligur sigur fyri lið á hálvum marathon, mannað við Julian úr Treystinum, Rógva og Nela úr Bragdinum, gullvinnarar. Sanniliga ein søtur sigur. Rutan var ikki ein av teimum løttu, men Julian megnaði at gerast nummar 3, Rógvi nummar 5 og Neli nummar 11. Sera gott.
Undirritaða var við fyri fyrstu ferð, sum áskoðari, og tað var ein uppliving. Eitt var veðrið, ið var ordilga gott við sól og hita, sum sambart Orknoyarbúgvum var óvanligt. Áðrenn fráferð fingu øll í ferðalagnum boð um at taka heit og góð klæðir við til kulda og regn, men tað vóru mong, sum fóru at keypa tynri klæðir í Kirkwall, tá hitin støðugt lá um 18 pluss stig og regnið bara førkaði seg undan okkum, Bara tann eini fyrraparturin var vátur og onkuntíð var tí ov heitt hjá okkara íðkarum. Men tað megnaðu tey at kempa ímóti.
Úr Bragdinum luttóku 8 rennarar og leyparar:
Teresa F. Bláhamar, longdar- og hæddarlop og renning
Elisabeth H. Simonsen, longdarlop og renning
Margit F. Weihe, rennari
Andreas B. Antoft, rennari
Jónas G. Isaksen, rennari
Tummas Sjóvará, rennari
Rógvi Kárason, rennari
Neli Heldarskarð, rennari
Vit eru sera errin og glað tykkara vegna. Hetta kemur ikki av ongum, men aftan fyri liggur hørð og miðvís venjing. Fleiri tykkara hava vant í Bragdinum síðani tit vóru børn, við Jógvani og Debes á odda og ferð aftaná ferð vísa tit okkum á góð úrslit. Persónlig met og menning er eisini ein partur av tí heila og tað er ikki altíð at tað gevur heiðursmerki. Hesa ferð komu tit øll 8 heim við, í hvussu er einum heiðursmerki í part, onkur við fleiri.
Langteinarennararnir eru ikki knýttir at ungdómsvenjaratoyminum, men her hevur Hallur Holm verið teimum ein dyggur stuðul. Hann, um nakar, veit hvat langteinarennarar hava brúk fyri og tíbetur eydnaðist tað Halli at koma við til oyggjaleikirnar og stuðla og vegleiða ungu monnunum, sum ikki hava luttikið á oyggjaleikum fyrr. Tað skalt tú Hallur hava eina hjartans tøkk fyri.
Íðkarar í frælsum ítrótti eru nakað heilt serligt. Tit eru so sera góð við hvønn annan, samgleðast tá tað gongur væl, stuðla og hála hvønn annan upp, tá tað gongur minni væl. Stuttligur og fagur ungur flokkur.
Eitt stendur rimmarfast í minninum hjá øllum hinum áskoðarum og íðkarum! Tað eru tær heklaðu húgvurnar, føroyingarnir gingu í. Føroyska fylgið var sera kreativt. Í hvørjari pausu, vóru heklinálir og stokkar frammi og tað vakti ans rundan um okkum. Og tá so genturnar vóru lidnar at kappast, settu tær seg á bonkin at hekla húgvur, so at tey øll høvdu hvør sína. Enntá til setanina gingu tær og heklaðu. Fleiri komu at spyrja eftir uppskrift, meðan onnur spurdu um bílegging. Eisini í býnum løgdu fólk merki til húgvurnar, heklaðar í litinum hjá okkara vakra flaggið. Skotar er gestablíðir og prátingarsamir og stóra samrøðuevni var oftast, at Føroyar vóru á odda í heiðursmerkjum og so kom prátið á húgvurnar. 🙂
Nú er hvíld á skránni í nakrar dagar, skaðar skulu lappast og lívið skal livast. Takk fyri upplivingina tit øll og má tað gangast tykkum væl til vit síggjast aftur til kappingar 🙂
Inni á Facebooksíðuni hjá okkum eru myndir og fleiri leggjast aftrat næstu dagarnar. Úrslitini og frágreiðingar frá døgunum eru inni á Facebooksiðuni Frælsur Ítróttur Føroya.








