Oyggjaleikirnir eru væl og virðiliga farnir í gongd og góðu úrslitini rapla inn! Her er ein frágreiðing frá FÍF, sum vit loyva okkum at endurgeva:
“Dagur 2 og what a day 













Dagurin byrjaði við spjótkasti hjá Sunnivu Bogadóttir (Hvirlan)
Sjálvt um hon ikki kastaði spjótið so langt, sum hon sjálv ynskti tað, so vóru teir 35,97m hon kastaði tað, nokk til eitt flott silvurmerkið.
Hjartaliga tillukku Sunniva 





Síðani vóru 100m hálvfinalur á skrá, og har høvdu vit okkara egna Eira J. Glerfoss, sum sunnudagin kvalifiseraði seg í innleiðandi riðlinum.
Eiri kom flott á mál sum nr 2 í seinnu hálvfinaluni og rann teinin uppá 10,97sek í góðkendum vindi. Við hesum er hann fyrsti føroyski maður, sum hevur runnið 100m undir 11 sek og er tað nýtt føroyskt met. Og sjálvsagt kvalifikatión til 100m finaluna, sum skuldi rennast 1,5 tíma seinni. 



Finalur vóru eisini á 400m hjá kvinnum og monnum.
Í kvinnufinaluni høvdu við Oddvør Josepsen og Mariu Biskopstø (Treysti)
Maria kom á mál við tíðini 59,56 og var hon ikki heilt nøgd við hetta 

Oddvør kom inn á 4. Plássi við tíðini 57,94sek og er hetta tangering av føroyska metinum og flott persónligt met hjá Oddvør 



Hjartaliga tillukku Oddvør



Í finaluni hjá monnunum, høvdu vit eisini 2 menn við. Dánjal Dahl Ljósheim (Hvirlan) og okkara Jónas G Isaksen.
Dánjal kom fimtur á mál við tíðini 49,06 og er hetta persónligt met hjá Dánjali 





Tillukku Dánjal 

Jónas G Isaksen var eisini við á 400m finaluni. Og vit mugu siga, at hann rann teinin sannførandi. Ja so sannførandi, at ongin hevur runnið teinin skjótari á nøkrum oyggjaleikum 

Tíðin var 46,02sek. Nýtt føroyskt met og oyggjaleikagull. Hetta er eisini fyrstu ferð, at nakar føroyingur hevur vunnið gull 400m á oyggjaleikunum 









So heilt einastandandi flott Jónas 

Hjartaliga tillukku.



Men søgan steðgar ikki her

Løtu seinni var 100m finalan hjá monnum avgreidd, har Eiri Glerfoss rann seg til eitt fyrstapláss.
Eiri hevði ein fantastiskan start, sum hevur stóran týdning í einum 100m. Um hetta var tað, sum gav honum sjálvsálitið at koyra tað heim, skal standa óskrivað. Men hann rann undan teimum øllum, og er hetta eisini fystu ferð, at nakar føroyingur hevur vunnið oyggjaleikagull á 100m teininum 









Við tíðini í góðkenda vindinum, 10,58sek
, setir hann aftur nýtt føroyskt met, vinnur oyggjaleikagull og rennir undir U20 EM kravtíðina, sum er 10,65sek 














Hjartaliga tillukku við avrikinum Eiri.
Og sum heild var dagurin ein fantastisk uppliving, við einum stadion, stúgvandi fult av fólki. Ein einastandandi stemningur.”
Hetta er tykkum so væl uppiborið. Vit í Bragdinum eru sera errin og glað, tí vit vita, hvussu nógv tit hava lagt fyri, við miðvísari og harðari venjing, í øllum veðri. Og so við teimum umstøðunum, vit hava her.
Hjartaliga til lukku tit báðir – Jógvan og Debes. Tit eiga ein so stóran part av hesum og vit gleðast eisini við tykkum 🙂
Vit eru spent til teir næstu dagarnar, tí enn hava vit ikki sæð øll okkara.
Myndirnar eigur FÍF og Jens K. Vang:





