Kl. 11.01 fór fyrsta starskotið til ársins ovastevnurenning. Renningin hevur verið ein partur av stevnuni í fleiri ár og í byrjanini var runnið niðan á Oyggjamúla. Hetta bleiv broytt fyri nøkrum árum síðani og nú verður runnið á einum sløttum og áskoðaravinarligum strekki í bygdini.
Eini 50 høvdu meldað til startin, tey flestu børn, og byrjað var uttan fyri handilin. Yngstu børnini, U7, runnu fyrst og síðani var farið upp eftir í aldursbólkum, U10 og U13 við gentum og dreingjum. Kappingin endaði við einari 5 km rutu hjá teimum vaksnu.
Hjá børnunum vunnu hesi gull, silvur og bronsu:
Dreingir U7: Liam J. Kjær, Kristian M. Brøðraberg og Gilli Lava Brockie
Gentur U7: Bylgja í Dali, Esther J. Kjær og Álva Z. Jacobsen
Dreingur U10: Jónas J. Kjær, René Jákupsson og Jónas M. Patursson
Gentur U10: Lydia R. Patursson og Mira Sumberg
Dreingir U13: Filip V. Poulsen og Sámal á Lava Olsen
Gentur U13: Rúna Hansen, Rannvá Hansen og Elin L. Brockie
Ovastevnurenningin er ein hugnalig renning og vanliga eru ikki teir sterkastu rennararnir við. Men í ár høvdu nakrir ungir og skjótir rennarir meldað seg til og teir livdu eisini upp til tað vit væntaðu, at teir vóru fyrstir á mál. Rógvi Kárason, Bragdið, vann við tíðini 17.01, Torbjørn Hentze, Bragdið, var nummar 2 við tíðini 17.25 og Mattias í Lambanum, Roysnið, var tann triði og tíðin var 17.38. Allir tríggir runnu fyri 14 døgum síðani 100 km pluss, tá Havnardalur Backyard Ultra var, so beinini eru longu klár aftur 😉
Hjá kvinnunum vann Zoe Dickson úr Kollafirði. Hon rør við donskum báti og har klárar hon seg væl, men í dag vísti hon so, at renningin eisini riggar væl hjá henni. Segði at hetta var hennara fyrsta rennikapping. Tíðin hjá henni var 21.34. Næsta kvinnan var Røskva Tórhalsdóttir og tíðin var 27.33. Nummar trý var Finngerð Jensen 27.51.
Børnini fingu heiðursmerki, meðan tey vaksnu runnu og tá var veðrið ikki so galið. Vindur var úti á rutuni og tað merktist best hjá teimum vaksnu og tá alt var liðugt handað og tey elstu høvdu fingið síni heiðursmerki um hálsin, kom eitt groft æl! Í so máta, vóru vit sera heppin 🙂
Takk fyri tit, sum luttóku og møttu, hóast veðurgudarnir royndi at órógva. Stuttligt er eisini at síggja, at tað eru somu andlit vit síggja, sum á hvørjum ári møta til renningina.
Fleiri myndir eru á okkara Facebooksíðu: https://www.facebook.com/bragdid/photos