Bragdið skipar fyri rennikapping á ovastevnu leygardagin 13.august kl. 11.00.
Kappingin er á trimum teinum. Børn upp til 7 ár renna 400 m, meðan børn 8-10 og 11-13 renna 800 m.
Umleið kl 11.15, tá børnini hava runnið, renna ung og vaksin 5 km runt í bygdini. Tey kappast í tveimum bólkum – 14-39 ár og 40 ár og eldri. Til ber sjálvandi eisini at ganga teinin, sum er eftir sløttum runt í bygdini.
Startur og mál er úti á Veg, uttan fyri handilin.
Tilmeldingin er á heimasíðuni undir komandi tiltøk.
Vælkomin til Nólsoyar 🙂