At renna úti í Nólsoy er ikki nýtt, men fyri nøkrum árum síðani, tóku vit í Bragdinum ábyrgdina av kappingini. Í ár er rennikappingin leygardagin 17.august kl. 11.00.
Hetta er ein sera hugnalig og áskoðaravinarlig kapping og ein góð byrjan til leygardagin á Ovastevnu.
Trý tey fyrstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki.
Tilmeldingin er klár her á síðuni.