Opnar kappingar verða á Tórsbreyt fyri børn, ung og vaksin fríggjadagin 4. aug., mánadagin 7. aug. og mikudagin 9. aug. Kappingarnar eru tilmeldaðar FÍF og DAF.
Fríggjadagin verður kappast soleiðis
Kl. 17.00: Spjót
Kl. 17.30: 100m
Kl. 18.00: Longdarlop
Kl. 18.00: 800m
Mánadagin 7. aug. verður kappast í 60m, 200m, 400m, hamarkasti, kúluvarpi og trístøkk.
Mikudagin 9. aug. verður kappast í 80m, 300m, 1500m, klingruvarpi og hæddarlopi.
Tíðarætlanir fyri mána- og mikudagarnar koma seinni.
Kappingarnar eru fyri 10 ár og eldri (f. 2008 og áðrenn), tó undantikið kastigreinarnar, sum eru frá 12 árs aldri, tvs. árg. 2005 og áðrenn.
Tilmelding á staðnum 30 min áðrenn byrjan. Tað er ókeypis at luttaka.