Til ólavsøkurenningina vóru 305 tilmeldingar. Av teimum vóru 194 børn og 111 vaksin. Hetta eru eini 40-50 fleiri enn seinasta ár og tað fegnast vit um.
Dagurin var nokk so vátur, tað regnaði frá tíðliga á morgni og útlitini vóru til eina váta rennikapping. Men tíbetur var so at siga turt tá vit byrjaðu við børnunum kl. 18. Nógv spent børn stóð klár við startin, tá Niels Jákup taldi niður. Fitt og spent børn, sum spurtaðu avstað aftaná haruni, sum aftur í ár var Peter Jensen. Tá børnini vóru liðug, runnu tey vaksnu 5 km.
Ólavsøkurenningin er ein áskoðaravinarlig renning, har tað ber til at fylgja við á so at siga allari rutuni og hesa ferð vóru nógv komin at hyggja. Eisini bar til at fylgja við beinleiðis á netinum, tí vit brúka eina skipan, har chipp er sett á startnummarið. Millumtíðir vórðu skrásettar, og chippið verður skrásett, tá runnið verður fram við einari “støð”, sum blivu settar upp til renningina. Tað stríðið eiga Ólavur Ellefsen og Flóvin Eidesgaard æruna av.
Aftur í ár seldu vit kaffi og køku, so bíðitíðin hjá áskoðararnum ikki merkist so long. Pengarnir, sum komu inn, fara beinleiðis til ungdómsarbeiðið í Bragdinum.
Vinnarin hjá teimum vaksnu var Christian Lindgreen, sum dagliga rennur við Sparta. Hann vann eisini renningina í fjør. Næst honum og 13 sekund aftaná kom Rógvi Kárason og nummar 3 var Torbjørn Hentze, báðir úr Bragdinum. Ungir og skjótir menn og leggjast kann aftrat, at seks teir fremstu komu á mál við tíðum undir 17 minuttum, sum er sera gott. Hjá kvinnunum vann Rebekka Fuglø Poulsen úr Treysti. Joan Bláfoss, sum gjørdi nógv um seg fyri nøkrum árum síðani, var næsta kvinnan og tann triðja var úr Treysti, unga Rutt Gregersen.
Tá alt økið var ruddað, høvdu vit eina hugnaløtu í Miðlahúsinum fyri okkara limum, sum vit plaga, sum takk fyri hjálpina og at hita upp til ólavsøkuna. Borðreitt var við breyði og køkum og onkrum at sløkkja tostan við. Ein deilig løta, har vit práta og hugna okkum.
Einki ber til uttan góða hjálp og her skulu limir okkara hava eina hjartans tøkk fyri altíð at bjóða seg fram, um tað er at standa vakt, renna sum hara, baka ella gera máløkið klárt. Vit takka eisini stuðlum okkara, Ingibjørg og Heina Lützen, Sigmund Mikkelsen, fyri at sleppa inn at býta startnummur út, Rannvá Sólheim fyri at vit kundu gera kaffi og te og Miðlahúsinum fyri at vit aftur hesa ferð kundu møtast aftaná renningina.
Eitt er vist – ólavsøkurenningin verður aftur 27.juli 2025 kl. 18!
Øll úrslitini eru á leinkinum her: https://my.raceresult.com/298847/results
Og myndir eru á okkara Facebooksíðu her: https://www.facebook.com/media/set/?set=a.1025761332892043&type=3