Føroyingar eru allastaðni ! Sjálvt í Berlin sunnumorgunin 25.september stóðu fleiri føroyingar spentir og bíðaðu til startskotið hoyrdist fyri 43. ferð og BMW Berlin Marathon 2016 var farið í gongd. Og millum allar 31000 luttakararnar vóru 13 úr Bragdinum, tríggir mans og tíggju kvinnur.
Tað var í mai mánaða at avgerðin var tikin um at fara at renna við í Berlin. Aftur í ár ! Tí í 2014 var ein hampuliga stórur bólkur eisini í Berlin og hetta dámdu fleiri av okkum so væl, at vit ikki himpraðust við, tá ein luftaði tankanum um at fara at renna marathon í Berlin. Startnummur, flogbillettir og hotell vóru bíløgd og so var bara at bíða til fyrireikingarnar kundu byrja.
Berlin er ein stórbýur og hóast tað tykist býurin ikki so stórbýarsligur og stressandi. Tá vit komu til býin fríggjadagin, vóru fyrireikingarnar til marathon longu í gongd. Skelti hingu uppi, sum ávarðaðu um avmarkaðu ferðsluna um vikuskiftið og ymsa staðni varð mint á, at tað ikki var lætt at koma fram til hurðina, har tað vanliga gekk lætt fyri seg. Startnummurini skuldu heintast í einari kempustórari høll og alt gekk, sum eftir ánni. Vaktarfólk vóru allastaðni og vegleiddu, so eingin møguleiki var at ganga skeivt og tá tú hevði fingið posan við øllum í, tú skuldi brúka, var bara at fylgja streyminum víðari í aðrar hallir, har møguleiki var at keypa alt millum himmal og jørð, sum hevði við renning at gera. Merkir vit kenna og onnur, sum vit ongantíð hava hoyrt um !
Rulluskoytumarathon var dagin fyri tað stóra brakið ! Um 16000 rullandi luttakarar vóru við. Stuttligt at síggja, hvussu ymisk tey vóru, summi so galant skoytandi og onnur so klossut, at tey næstan mistu fótafesti. Tey byrjaðu við sama stað, sum rennararnir skuldu sunnumorgunin.
Illa ber til at samanbera Berlin og Tórshavn, men vit kunnu taka okkurt til okkum. Í Berlin hava tey havt býarmarathon 43 ferðir og hjá okkum er tað 15. ferð í 2017. Luttakaratalið í Berlin er so nógva ferðir størri enn hjá okkum, í 2016 settu vit markið til 500 luttakarar. Í Berlin eru áskoðarar, uttan undantak, alla staðni fram við rutuni og tey stuðla, rópa, floyta og geva ljóð frá sær. Allir aldursbólkar eru at síggja og uttan fyri ellisheimini og bústovnar, hava tey sett búfólkini út um. Og alla staðni er tónleikur at hoyra ! Men her hjá okkum hoyrist bara grenj um at vegirnir stongja nakrar fáar tímar. Og her kunnu vit enntá at ganga úr einum staði í annað.
Sum eg hevði viljað ynskt, at øll komu út á gøturnar at stuðla, tá Tórshavn Marathon verður í juni næsta ár. Øll hava brúk fyri stuðlinum, eisini um luttakaratalið er um 500. Og rennararnir høvdu elskað tað. Bara tað at at koma við nøkrum stuðlandi rópum , tá onkur rennur framvið hjá tær, bæði hjálpir og setir dám á. Um veðrið er gott, so er at fáa sær drekkamunnin út við og njóta løtuna.
Vit fáa at síggja 🙂