Síðani tiðliga í morgun, leygarmorgun, hava okkara børn og ung kappast í innandurahøllini í Reykjavík. Góðar umstøður, sum fleiri av teimum hava roynt fyrr, meðan onnur eru við fyri fyrstu ferð. Umstøður, sum vit so brennandi ynskja okkum her heima.
Og tað hevur gingið væl. Fleiri hava sett persónligt met, onnur hava tikið okkurt metið, og upp aftur onnur hava fingið upplivingina at kappast við onnur, tey ikki kenna. Tað mennast tey eisini av.
Vit kunnu nevna, at Jónas Isaksen hevur tikið 200 m innandura bólkametið hjá Steintór Egholm hjá dr. 15, tá hann í dag rann 25.31. Tað var 25.36. Andreas B. Antoft mundi tikið bólkametið á 60m, tá hann rann 7.38. Metið er 7.35, so tað var nær við. Elisabeth Holm Simonsen setti innandura bólkamet á 60 m fyri g 19, sum var áður var 8.36. Tað er tó ikki hennara besta tíð, men besta tíðin í bólkinum g. 19.
Meðan kappingin er, syrgir matmóðirin Anni Isaksen fyri, at tey fáa gott at eta, so tey eru væl fyri. Og í kvøld fara tey øll út at eta ein góðan bita.
Her eru úrslit og myndir: