Leygardagin er ársins kvinnurenning, dagurin, tá kvinnur úr ymsum ættum hittast á Tórsbreyt, hita upp og renna ella ganga 5 ella 3 km og enda niðri í Hoydølum. Ein føgur ruta í umhvørvinum við Svartafoss, Skógrøktina, Hoyvíkina og Boðanes. Har er hugni, vatn og frukt og tíð at práta saman, meðan lutakast er um nógvar vinningar, sum Kvinna skipar fyri.
Skráin er her:
https://www.kvinna.fo/livsstilur/skrain-fyri-kvinnurenningina-2025
Vit gleða okkum til enn eina kvinnurenning, saman við Kvinnu 🙂