Leygardagurin 24.mai var ein góður dagur. Sirm og mjørki, aftaná at sólin hevði bakað um landið alt, fleiri dagar á rað. Men tíbetur gjørdi tað ikki mun fyri ársins Kvinnurenning, tí upp móti 1000 kvinnur møttu á Tórsbreyt, fyrst at hita upp og síðani at renna ella ganga 3 ella 5 km.
Vit í Bragdinum eru vælnøgd við dagin, fegin um at vit hava góð fólk í felagnum at hjálpa okkum og glað um samstarvi við Kvinnu, sum nú verður stýrt av Tóru og Anniku.
Vit gleða okkum longu til næsta ár og loyva okkum at leggja greinina hjá Kvinnu her:
Myndir eru á Facebooksíðuni hjá Kvinnu: https://www.facebook.com/kvinna.fo