Kvinnurenningin 2024 var aftur eitt sera gott tiltak og takk tit allar, sum luttóku.
Pulsurin var høgur fríggjadagin, tá vit fingu at vita, at alt mátti broytast, tí verkfallið ávirkaði. Vit hava gott samstarv við Tórshavnar Kommunu, sum tekur sær av at stongja vegir og at seta skeltini út. Har rakti verkfallið og so mátti hugsast av nýggjum, tí uttan skeltini, blivu vegirnir ikki stongdir. Í samstarvi við kommununa og politii komu vit og tær á Kvinnu ásamt um eina rutu, sum var trygg fyri øll.
Allar vaktirnar skulu umskipast, men tað eydnaðist eisini væl. Vatnposturin var á Hvítanesvegnum og tey høvdu úr at gera. Og teir, sum skuldu steðga bilum vóru ovfarnir, so væl alt spældi av. Sum ein segði, so var hetta fyrstu ferð eingin hevði skeldað hann, øll árini hann hevði staðið vakt 😉
Rutan var í vøkru nátturuni rundan um Svartafoss, Hoydalar og Hoyvíkina og tað merktist á kvinnunum, at hetta var ein sera góð ruta. Gott nokk eitt sindur trong inn í millum, men nøgdar, tað vóru tær.
Við stutta skotbránum vit høvdu, máttu vit senda 200 kvinnur avstað í senn og høvdu ikki møguleikan at býta upp í rennarar, gongukonur og barnavognar, tí startnummurini vóru útflýggjaði. Ikki tí, alt gekk væl, øllum kvinnunum at takka.
Enn ein væleydnað kvinnurenning, í tøttum samstarvi við Kvinnu. Og tá klokkan nærkaðist hálvgum seks, var økið í Hoydølum ruddað.
Takk fyri í ár og vit síggjast aftur í 2025 🙂
Nógvar myndir, sum Kvinna hevur tikið, eru á Facebooksíðuni hjá teimum: https://www.facebook.com/kvinna.fo
Úrslitini eru her: https://luttaka.com/kvinna