Hetta var kvinnurenningin nummar 15, síðani vit byrjaðu samstarvið við Kvinnu. Og alt gekk væl, sjálvt um veðurgudarnir ikki spældu við. Tað sá svart út eina løtu, tí undanfarin ár eru kvinnurnar komnar á Tórsbreyt í góðari tíð, men ikki í ár. Allarhelst hava allar krokað so leingi sum gjørligt, tí tá tað nærkaðist upphitingini, vóru fleiri hundrað kvinnur á breytini, klárar at hita upp og síðani at renna og ganga.
Menn úr Bragdinum møttust kl. 13 at fylla bilin við útgerð, fyri síðani at gera klárt, bæði á rutuni og eisini niðri í Vágsbotni, har málið var í ár. Á Tórsbreyt skuldi upphitingin fyrireikast, ballónir blásast, tónleikur og tíðtakingin gerast klár, og tá tað nærkaðist startinum, stóðu øll vaktarfólkini klár úti á postunum.
Úti á rutuni og við málið var lagið gott. Sjálvt um flest allar høvdu karm, gjørdi tað ikki mun og allar komu glaðar um málstrikuna. Og har var ymiskt gott at fáa. Frukt, vatn og ymiskar smakkiroyndir á terrassuni og so var røðin long til myndatøkuna, sum altíð er eitt trekkplástur. Vit eru samdar – Vágsbotnur er eitt hugnaligt stað at enda kvinnurenningina.
Stutt aftaná kl. 17 var økið ruddað og so var farið at taka upp úti á rutuni. Hálvan tíma seinni sást lítið til at fleiri hundrað kvinnur høvdu yvirtikið ein part av býnum hendan seinnapartin 🙂
Túsund takk tit øll, sum hava hjálpt til, tí uttan tykkara hjálp, var einki tiltak. Eisini takk tit á Kvinnu fyri gott samstarv. Vit gleða okkum longu til næstu ár 🙂
Myndir, sum Kvinna hevur tikið, er á hesi leinkju:
https://www.facebook.com/media/set?vanity=kvinna.fo&set=a.1003421817323525
Og úrslitini eru her:
Hesar vóru nummar 1, 2 og 3 🙂