Kvinnurenningin, sum Kvinna og Bragdið skipa fyri í felag, verður í ár øðrvísi, enn hon plagar. Renningin skuldi verða í mai, var síðani flutt til 12. september, og fyrireikingarnar vóru í gongd nú Korona aftur fór at herja.
Fyri at halda almennu tilmælini er gjørt av, at Kvinnurenningin, hóast alt, verður. Men vit fara at renna saman, hvør sær. So í staðin fyri at møtast á Tórsbreyt, renna oman í Vaglið, og samlast har, renna ella ganga vit har vit eru, og saman við teimum vit vanliga eru saman við. Hvussu langan tein vit fara, gera vit sjálvar av.
Tilmeldingin er opin, so tað er einki at bíða við. Sami lekri gávuposin, við blusu, gávukortum og øðrum góðum, er við í prísinum, Lokkað vinkonuna, systrina, ommu tína ella dóttrina við, ella onkra aðra, og latið okkum fáa eina góða Kvinnurenning 2020 í øllum landinum.
Lesið meira her:
https://www.kvinna.fo/kvinnuliv/kvinnurenning/kvinnurenning-2020/kvinnurenning-hvoer-saer/