Havnar býur var í gjár fullur av konufólkum ! Rennandi, til gongu, við barnavogni, leiðandi dóttrina, sveittandi, allar í góðum lag ! Kvinnurenningin var aftur í ár sera væl eydnað og vit eru fegin um stóru luttøkuna, tí uttan tykkum allar, var eingin renning.
Lotið var kalt á Tórsbreyt og ráðini frá Sigrun Brend, sum var orðstýrari, vóru, at allar skuldu royna at halda seg í gongd. Upphitingin kom væl við og so vóru allar klárar at stilla seg við mállinjuna ! Ein fantastisk sjón at síggja allar fara avstað ! Runnið var eitt umfar á breytini og so skuldu allar niðan til Norðulandahúsið, har tær, sum skuldu renna 5 km vendu og runnu oman eftir, Yviri við Strond og oman í býin. Hinar skuldu oman Áargeil, gjøgnum viðarlundina og oman í býin.
Sjálvt um hetta ikki er nøkur kapping, so kunnu vit nevna, at unga Maria Biskopstø aftur í var fyrst um mállinjuna. Maria venur í Treysti í Klaksvík, er 14 ára gomul og er ein sera evnaríkur rennari. Og í hølunum á henni komu Duruta, Krista og Annika.
Lutakast var um nógvar lekrar vinningar og myndatøka var á Vaglinum. Eisini var vatn og frukt at fáa. Sigrun undirhelt uppi á pallinum og tað kláraði hon aftur í ár til ug 😉
Tá lutakastið var liðugt, var bara ruddingin eftir og við góðari hjálp sá Vaglið líka so fríðarligt út, sum áðrenn allar 1500 kvinnur vóru komnar oman.
Vit takka fyri at tit allar aftur í ár vóru við og settu dám á renningina. Eisini takka vit okkara limum í Bragdinum fyri alla hjálpina. Tað eru nógv hjálparfólk, sum skulu til eitt slíkt tiltak og fyri ikki at gloyma nakran, fáa tit øll eitt stórt herðaklapp frá okkum í nevndini.
Men vit skulu ikki bíða eitt heilt ár til næstu Kvinnurenning, tí longu 10. juni 2017 renna vit aftur, og vit gleða okkum at samstarva við Kvinnu aftur til Kvinnurenningin 2017 ! Í meðan ber til at njóta frálíkar myndir og gleða seg til næsta ár 🙂
Her eru leinki til úrslitini og myndir :
http://www.kvinna.fo/kvinnurenningin/
http://app.lap.io/event/2016-kvinnurenning/results
http://www.einarvang.com/kvinnurenning2016