Leygarmorgunin kl 11 ljóðar startskotið til VK5 og FM í lendisrenning.
Veðrið ræður sær og vánirnar eru hesari árstíðini so líkt, men vit taka eisini tað við. Rutan er gjørd klár og vónandi fáa vit eina góða kapping og góða uppliving.
Vit býta startnummur út í Hoydølum frá kl. 10. Hetta verður gjørt undir hálvtakinum, við gamla studentaskúlan.
Felagshúsið við Tórsbreyt er opið áðrenn kappingina og tit eru vælkomin at leggja skiftiklæðir/taskur inn har. Ein fínur teinur at hita upp, við at renna oman í Hoydalar. Aftaná kappingina bjóða vit ein drekkamunn og handa heiðursmerkini í hølunum.
Er tað onkur, sum vil í brúsu, hava vit tvær brúsur í húsinum. Eisini hava vit gjørt avtalu við Yndi Fitness og har eru tit vælkomin at læna brúsurnar. Og so hava vit lovað, at vit ikki draga alla fløtuna inn við í Yndi, so gott hevði verið um tit ikki dálkaðu alt ov nógv 🙂
(felagshúsið er gamla “Kurla”)
Vælkomin til VK 5 🙂