Her er kunning um tunnilsrenningina. Vit mugu øll seta okkum dagin av og njóta løtuna í Sandoynni. Um vit øll hava tol, so skal hetta nokk gerast ein góður dagur og øll sleppa heim aftur, fyrr ella seinni 🙂 B71 ger sítt til at vit øll fara at kenna okkum væl!
Hey!
Tú og 1600 onnur fólk hava meldað tykkum til at renna/ganga í nýggja Sandoyartunnlinum 21. desember 2023. Her er eitt sindur av kunning um dagin.
Vit byrja at renna/ganga á Gomlurætt kl 11. Tunnilin er á leið 10,8 km, hallið er 5%. Tey, ið renna, kunnu fara í Meginskúlan at bíða, tá tey koma suður.
Kl 13:30 skulu øll vera komin ígjøgnum tunnilin, ein bussur samlar tey seinastu fólkini upp.
Kl 14 er hátíðarhald í tunnilsmunnanum Sandoyarmegin. Tá hetta hátíðarhaldið er av, ein góðan tíma seinni, letur tunnilin upp fyri almennari ferðslu. Tá koyra bussar fólk aftur á Gomlurætt. Fólk mugu stilla seg kø til bussarnar, sum koyra aftur og fram til øll eru komin á Gomlurætt aftur. Hetta fer at taka eina løtu, tí nógv eru tilmeldað tiltakið. Fyrirskipararnir fara tó at gera alt fyri at hetta skal ganga so skjótt og lætt, sum gjørligt.
Um rennarar vilja hava skiftiklæði, tá tey koma ígjøgnum tunnilin, skulu hesi avleverast í ein bil á Gomlurætt, hetta er á egna ábyrgd. Klæðini skulu vera í lítlari tasku, sum kann latast aftur, við navni á. Bilurin við klæðunum kemur ígjøgnum tunnilin kl 13:30.
Rennarar og gongufólk fáa eina vatnfløsku á Gomlurætt, sum tit kunnu hava við tykkum á túrinum. Minnist til at taka tómu fløskurnar við tykkum aftur, so tær ikki liggja og rekast.
Vesi eru sett upp í tunnlinum til høvið.
Bussar Tórsbreyt – Gamlarætt – Tórsbreyt
Parkeringsviðurskiftini á Gomlurætt eru avmarkað, so vit vilja heita á tykkum um at koyra saman. Bragdið og B71 skipa fyri busskoyring hósdagin kl 10 av Tórsbreyt, á Gomlurætt og aftur av Gomlurætt aftan á renningina. At vita hvussu nógv hava áhugað í hesum, verða tit biðin um at fara inn á Facebook-síðuna hjá Bragdinum (“Ítróttafelagið Bragdið”), og svara eini kanning, so vit hava ábending um hvussu nógvar bussar vit skulu leiga.
Blusur
Tey, ið bíløgdu blusuna áðrenn freistin var farin, fáa hana á Gomlurætt hósdagin frá kl 10. Um onkur enn vil keypa blusuna, og fáa hana í januar, kunnu tit gera tað her:
https://bragdid.atgongumerki.fo/webshop/event/2400456/order/info
Samarittar eru við á túrinum at hjálpa, um neyðugt. Koma tit fram á onkran sum hevur brúk fyri hjálp, so er at ringja 283629 ella 280310.
Vit gleða okkum til hesa serligu renning. Góðan túr.
Heilsan
Ítróttafelagið Bragdið og B71