Aftur í ár fara vit at hava summarskúla í frælsum ítrótti. Summarskúlin er fyri børn í aldrinum 7-12 ár og í fimm dagar verður runnið, lopið og kastað og ikki minst, fara vit at hava tað stuttligt við ítróttarspølum, saman við øðrum børnum.
Venjarar í Bragdinum koma at leggja lag á og hjálparar verða onnur ung, sum bæði eru venjarar og sum venja sjálvi. Og nú tá Oyggjaleikir hava verið, kemur kanska onkur Oyggjaleikastjørna á Tórsbreyt 🙂
Vit gleða okkum at síggja tykkum.
Tilmeldingin er her:
https://bragdid.atgongumerki.fo/webshop/event/946857/order/info