Gongur tú við einum dreymi um at orka betri at renna? So kunnu vit í Bragdinum kanska hjálpa tær, tí nú fara vit at bjóða rennivenjing til tín, sum er á byrjanarstøðið og fegin vil koma víðari. Byrja verður róligt og atlit verður tikið til, hvørjari venjingarstøðu tú ert í.
Vit eru ein herligur hópur av fólkum úr fleiri heraðshornum, við ymiskari bakgrund og við sama endamálið, sum er at renna. Og vit vilja fegin hava teg við, óansæð um tú vilt verða gazella ella ein skjaldbøka, ella onkra staðni ímillum har.
Kom við mikudagar kl. 17 og leygarmorgnar kl. 8.30, altíð á Tórsbreyt. Vit byrja við tveimum venjingum um vikuna fyri fyrst, og so ber til at økja um venjingina, so hvørt sum tú orkar betri.
So set ein kross í kalendaran leygarmorgunin tann 19.oktober, tá vit byrja fyrstu venjingina kl 8.30.
Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at ringja til Herluf tlf. 211089 ella Ann tlf. 214804