Í fleiri ár hava rennarar í Havn runnu kirkjurenning jólaaftansmorgun. Eisini hava onnur, sum ikki eru knýtt at nøkrum rennifeløgum, og útisetar, runnið við. Onkuntíð hevur eisini verið ein barnaruta. Fyri øll er hetta ein góð byrjan til jólini.
Tað var Rigmor N. Arge, sum tók hendan siðin við til Føroya, tá hon las í Noregi. Fyrstu árini møttu ikki nógv og okkurt árið vóru tey trý, sum runnu. Men í takt við at renning er blivið meira populert, er undirtøkan bara vaksin. Vit vita bara um tað eina árið at kirkjurenningin varð avlýst vegna ov nógvan vind, og sjálvt um korona órógvaði 2020 og 21, runnu vit, sum vanliga renna saman í Bragdinum, kortini.
Vit byrja jólaaftansmorgun kl. 9.00 og møta á Tórsbreyt. Rutan er hendan: Tórsbreyt – Mariukirkjuna – gomlu nonnukirkjuna – Argja kirkju – Kirkjubøar kirkja, um onkur vil renna longsta teinin – Vesturkirkjan – Havnar kirkja – Adventistakirkjan – Hoyvíkar kirkja. Sjálvandi ber til at renna til tær kirkjurnar, ein hevur hug at renna og øll gera sjálvi av, hvussu langt runnið verður. Runnið verður við egnari ábyrgd.
Vælkomin við til kirkjurenningina 2022