Bragdið skrivar søgu, tí frá 4. til 7.juli eru tveir ungir garpar við til U18 EM, sum er í Ísrael.
Í mars mánaða luttóku Jónas G. Isaksen og Eiri J. Glerfoss í DMU í Skive. Báðir tveir gjørdu ikki mætari enn at leypa yvir 7 m í longdarlopi – Jónas leyp 7,04 og Eiri 7,07 m. Eitt bragd, tí við lopunum kláraðu teir EM kravið til U18. Og tí eru teir nú í Ísrael.
Til somu kapping í mars, kláraði Jónas eisini U18 EM kravið á 400m og tann teinin skal hann eisini renna í Ísrael. Hann rann 400 m upp á 49.67 sek og kravið er 50 sek.
Heimkomnir fingu teir ikki meira enn sodnað hetta bragdið, so skuldu teir av landinum aftur, hesa ferð á venjingarlegu í Odense við danska U18 landsliðnum. Okkara venjari var eisini við og kundi har við fáa íblástur til heimligu venjingarnar. Sigast skal, at venjingarnar ungu íðkararnir fáa í Bragdinum, er ikki so langt av leið.
Aftur til U18 EM, so hava seinastu dagarnir verið sera spennandi, tí úttøkan til landsliðið var 24.juni og bert tvey á hvørji grein sluppu við. Báðir blivu úttiknir og tí stendur slagið í næstu viku. DAF hevur boðið Jógvani við, sum lopvenjara og skal eisini taka sær av onkrum 10 kempara.
Skráin er soleiðis, at báðir leypa longdarlop mánamorgunin. Jónas rennur haraftrat 400 m seinnapartin mánadagin.
Báðir eru somuleiðis skrivaðir til 1000 m stafettina, sum verður runnin mikumorgunin. Har rennur Jónas teir fyrstu 300 m. Eiri er við, sum eykamaður, og um tað gerst neyðugt at hann rennur, er tað á 100 m.
Skráin til kappingina er niðanfyri:
Og so ber til at lesa meira um kappingina her:
Vit her heima gleða okkum at fylgja við og ynskja tykkum bestu eydnu 🙂