Til ársins ítróttarfagnað var Jónas G. Isaksen í uppskoti um at gerast ársins stjørnuskot 2023!
Og hann vann heiðurin. Hjartaliga til lukku góði Jónas.
Aftan fyri heiðurin eru nógvir venjingartímar, saman við frálíku venjararnum, Jógvani og Debes. Ikki altíð undir bestu umstøðunum, men Jónas er ein pressari og fer beinhart eftir málinum, sum er at vinna. Hann er europameistari, ætlar sær at geraset heimsmeistari og síðani vil hann til OL. Spennandi verður at fylgja tær á leiðini Jónas. Vit eru glað og ikki sørt errin, tína vegna.
Og venjararnir fáa eisini eitt stórt herðaklapp og bestu ynskir á vegnum móti stóru málum Jónasar.