Góðu limir
Vit ynskja tykkum øllum, við familju, eini góð og hugnalig jól.
Sum vanligt hevur verið tey seinastu árini, renna vit ein felagstúr til jólatrøini í býnum, 2. jólamorgun. Vit byrja kl. 9.00 á Tórsbreyt og hava ein drekkamunn aftaná. Bragdið bjóðar te og kaffi og tað afturvið, taka vit við sjálvi.
Nevndin
Ann, Rógvi, Ann-Mari, Katrin og Eyðun.