Seinasta umfar av vetrarkappingini 2024/25, Raska VK8, var runnið í Runavík, leygarmorgunin 22. mars. Tað luttóku 55 rennarar og har av vóru 31 úr Bragdinum.
Og aftur hesa ferð vunnu sterku, donsku rennararnir, Jacob og Karoline, sum eru í Føroyum eitt tíðarskeið og renna fyri Bragdið. Jacob gjørdi ikki mætari enn at seta rutumet við tíðini 31.35.9! Julian Gregersen, Treysti, var næsti rennari og hann er fyrsti føroyingur, sum hevur runnið undir 32 min. Tíðin var 31.57.6. Og tríðji rennarin, Rógvi Kárason, við tíðini 32.24.6, rann bestu Bragdatíðina nakrantíð, sum er runnin á føroyskari jørð. Flott runnið! Leggjast kann aftrat, at ein annar Bragdamaður hevur runnið 30.58 í Danmark og tað var Marni Joensen.
Karoline var fyrsta kvinnan og sigurin var ongantíð í vanda. Hon gjørdist nummar 10 av øllum, millum allar skjótu menninar. Sigast skal so eisini, at Rutt Gregersen úr Treystinum kom á mál, sum nummar tvey og hon kláraði at renna undir Oyggjaleikakravinum.
Runnið var “gomlu” rutuna, sum byrjar uttan fyri Kiosk Vár og endar við Hotel Runavík. Rennast skulu um 9 umfør, DAF góðkendar 10 kilometrar tilsamans. Í fjør var runnið eftir nýggja vegnum, men í ár var farið aftur til góðu, gomlu rutuna.
Veðrið í vetur hevur verið vetrarligt og merkt av vindi. Í dag var tó eingin vindur at byrja við, men har aftur ímóti regnaði tað av grimd. Tað forðar ikki hugaðum rennarum, sum fingu karm beinanvegin og runnu í hyljum, júst sum tá øll vóru børn 😉
Byrja var kl. 9.00 og hetta var fyri at sleppa undan ferðsluni. Aftaná renningina var hugnalig løta í Skúlanum við Løkin, har heiðursmerki vórðu handaði fyri túrin í dag og fyri alla kappingina, einstaklinga- og liðkappingina. Tað er altíð spennandi at vita, hvør fer við endaligu sigrunum. Bragdafólk hava verið sera røsk at møtt upp og tað sást eisini aftur á heiðursskamlunum.
Hjartaliga til lukku við sigrunum, Jacob og Karoline, við metunum Jacob og Rógvi og so øll hini, sum vunnu í bólkunum og liðkappingini.
Úrslitini eru her:https://www.webscorer.com/racedetails?raceid=384048&did=507236
Og myndir eru á okkara Facebooksíðu her: https://www.facebook.com/media/set/?vanity=bragdid&set=a.1225803139554527
Og so líka eina fitta mynd her: