VK3 er seinastu árini runnið í Kollafirði og soleiðis var eisini í ár. Rutan er so at siga sløtt og góður møguleiki fyri at seta ferðina upp.
Og tað var í ár at rutumet varð sett, tí fyrsti rennarin kom á mál við tíðini 32.02. Tað var danin Jacob Ejby Stengaard, sum var tann skjótasti. Honum á baki kom Rógvi Kárason og nummar trý var Torbjørn Hentze. Allir tríggir úr Bragdinum.
Hjá kvinnunum var tað eisini ein donsk kvinna, sum vann, Karoline Ejby Stengaard við tíðini 38.25. Til stuttleika kunnu vit nevna, at Karoline var nummar sjey í samlaða yvirlitinum, so tað sigur eitt sindur um, hvussu skjót hon er. Næsta kvinnan var Ann-Mari av Skarði, sum tók ein spurt seinasta petti og yvirhálaði Lydiu í Lambanum. Karoline og Ann-Mari eru úr Bragdinum, Lydia úr Roysnið.
57 luttakarar vóru og tað er ikki so galið, tá hugsað verður um at hetta er í bestu jólaveitslutíð. Veðrið var okay, eitt lot og eitt sindur kalt, men sum altíð var lagið gott á rennararnum. Vit vóru aftur hesa ferð so heppin at sleppa inn í skúlan, har vit bjóðaðu ein drekkamunn og har tað bar til at skifta. Gott at vit hava kollfirðingar í Bragdinum, sum vit kunnu heita á, Annu Rúnu og Signu.
Vinnararnir frá dagsins kapping eru flutt til Føroya í eina tíð. Tey komu í Bragdið beinanvegin, eru í einum klassa fyri seg og eru ein góð inspiratión, serliga hjá okkara skjótu rennarum. Tey eru fallin væl til og hava eisini verið til tær kappingarnar, har tað hevur ligið fyri hjá teimum at luttikið. Spennandi verður at fylgja við teimum.
Til lukku tit øll og takk fyri luttøkuna. Takk tit, sum bakaðu og annars hjálptu til soleiðis, at tað bar til at hava kappingina.
Myndir og úrslit eru á okkara Facebooksíðu: https://www.facebook.com/bragdid