Leygardagin var FM í ½ marathon í Klaksvík, NS ½ marathon. Hetta er eisini ein partur av teimum 5 hálvu marathon, sum útloysir eina medalju, um øll verða gjøgnumførd.
Úr Bragdinum luttók ein fittur hópur, sum vanligt. Veðurlíkindini vóru góð, kalt, og ikki líkt hitabylgjuni, sum var í fjør.
Okkara Jacob gjørdi ikki mætari enn at seta nýtt rutumet! Ikki bara eitt sindur betri, men hann knústi metið við meira enn 6 minuttum. Imponerandi! Og allarhelst er hetta skjótasta hálvmarathon, nakar hevur runnið til kapping í Føroyum. Hjartaliga til lukku Jacob 🙂
Skjótasta kvinnan var Rutt Gregersen, sum náddi á mál við tíðini 1.26.14, væl undir Oyl kravinum. Hjartaliga til lukku Rutt 🙂
Øll úrslitini síggjast her:
https://www.webscorer.com/race?raceid=388381
Og á leinkinum niðan fyri eru myndir frá Treysti: