Í samband við 80 ára føðingardagin hjá ÍSF, hava tey heitt á feløgini at hava opið hús.
Bragdið bjóðar øllum áhugaðum til opið hús á Tórsbreyt, leygarmorgunin frá kl. 8.30 til kl. 11.00. Fyrsti parturin er fyri vaksin, har møguleiki er at renna ein túr við limunum, sum renna hvønn leygarmorgun. Eisini ber til at fara til gongu við gongufólkunum, sum í venja til gongu ½ marathon. Frá kl. 9.30 bjóða vit heita saft og ein drekkamunn. Og tá verður venjing fyri børn, sum Søren fer at taka sær av, saman við øðrum.
Vælkomin til opið hús leygarmorgunin.