Eitt av okkara stóru tiltøkum, Tórshavn Marathon, verður sunnudagin 1.juni. Hetta er eitt av teimum tiltøkunum, sum krevur nógva og drúgva fyrireiking og vit hava síðani seinasta marathon, fyrireika ársins marathon.
Og vit hava brúk fyri nógvum hjálparfólkum, soleiðis at rennararnir og gongufólkini kunnu kenna seg trygg úti á rutuni.
Vit heita tí á øll, sum hava tíð og hug, um at hjálpa okkum. Fyri at lætta um, hava vit eina tilmelding, so tað er lættari at fáa fatur á tykkum og seta tykkum í okkara vaktarætlan.
Vit takka frammanundan fyri hjálpina og leggja leinki her:
https://bragdid.atgongumerki.fo/webshop/event/2580575/order/info