Í Bragdinum hava vit ein mann, sum hóast hann er farin um tey seksti, enn setir sær mál. Vit tosa um Henry Olsen, sum er ein av teimum skjótu rennararnum. Her fyri rann hann við í DM í Århus, sí aðra grein á heimasíðuni, og í gjár var hann við í EM í ½ marathon, sum var í Brussel.
Hann rann væl, mundi tikið danska metið í aldursbólkinum 60+, men fekk tíverri krampa, so hann noyddist at seta ferðina niður. Úrslitið var tó fantastiska flott, 5 sek betri enn næstbesta danska tíðin nakrantíð. Tíðin var 1.20.25!
Hjartaliga til lukku við bragdinum, Henry. Tú ert ein sonn fyrimynd fyri aðrar rennarar og spennandi verður at frætta, hvat tú nú fert at royna 🙂





