Hetta vikuskiftið hava fleiri av okkara langteinarennarum luttikið í kapping í Danmark.
Tað byrjaði í Silkeborg fríggjakvøldið, tá Peter Jensen rann við í Backyard-kapping. Peter royndi hetta slagið av renning fyri fyrstu ferð. Hann er annars ein av teimum, ið skipar fyri Havnardalur Backyard Ultra, sum í august verður hildið fyri triðju ferð. Peter setti sær sum mál at renna 15 umfør á 6,7 km og tað kláraði hann væl. Hann tók tó 6 umfør aftrat, til hann valdi at gevast.
Leygardagin var so kapping í Århus, har 4 Bragdalimir skuldu renna við DM í 10 km. Jacob og Karoline umboðaðu sítt danska felag. Úrslitini vóru sera góð:
Jacob 29.45 PB
Oliver 33.58 PB
Henry 35.33 PB DANSKT MET í 60-64 ár 



Karoline 37.26 PB
Hjartaliga til lukku tit øll 



Og Henry-hjartaliga til lukku við metinum 


