Ársins Backyard vinnari rann 25 umfør á 6,7 km, tilsamans 167,5 km! Danin, Lars Vædeled Roed var drúgvastur og sum reglarnar eru, skuldi hann renna seinasta umfar einsamallur, tí Niels Poulsen úr Bragdinum gavst aftaná 24 umfør.
Hetta er triðju ferð, Bragdið skipar fyri einari Backyard kapping og hetta er fyrstu ferð at nakar hevur runnið so langt, sum Lars. Niels setti eisini met, tí eingin føroyingur hevur runnið 24 umfør á føroyskari jørð. Niels setti stórt perónligt met, tí í fjør rann hann 19 umfør.
Hetta er ein serstøk renning. Øll kunnu renna við og eingin spyr, hvussu langt tú rennir. Tú skalt bara syrgja fyri at standa klárur við startin, hvønn heila n tíma. Ert tú ikki har, kanst tú ikki halda fram. Bert ein vinnur og tað er tann ið rennir longst. Tað vil siga, at í ár gavst Niels aftaná 24 umfør og fyri at Lars skuldi vinna, mátti hann renna eitt umfar aftrat og so endaði kappingin, tá hann kom á mál.
Luttakararnir eru sera ymiskir. Royndir og óroyndir rennarar, lang- og stuttteinarennarar og eisini tey, sum renna til stuttleika. Rutan er eftir asfalti, góðum og minni góðum gøtum, og umráðið úti í Havnadali er sera vakurt. Í ár fór at regna og tað gjørdi kanska at onkur gavst, tí ælini blivu nokk so grov. Eingin gavst tó fyrr enn 7 umfør vóru runnin.
Fyrireikingartoymið, Hallur, Elisabeth og Peter skulu hava hjartans tøkk fyri sera gott tiltak. Har manglaði einki. Kunning áðrenn, so einki var at ivast í, vit blivu forkelaði við mati og drekka allan dagin og var brúk fyri onkrum, so vóru tey klár. Túsund takk fyri tit trý 🙂 Eisini vóru onnur og hjálptu til og gjørdu dagin góðan. Har manglaði einki!
Takk fyri í ár – vit vóna sjálvandi at tit tíma at halda fram og skipa fyri aftur í 2026!
(Nakrar myndir frá degnum og av okkara góðu stuðlum)













