Leygarmorgunin kl. 9.00 ljóðar startfloytan úti í Havnardali, tá Havnardalur Backyard Ultra fer í gongd. Fyrstu ferð kappingin var í Føroyum, var í fjør, og hon eydnaðist so mikið væl, at skjótt var gjørt av at royna aftur í ár. Seinast var luttakaratalið sett til 40, men í ár er markið flutt upp til 80!
Hetta er ikki ein kapping, sum vit kenna tað, har tað er tann skjótasti rennarin, sum vinnur. Heldur ræður tað um at renna róligt og tann, sum heldur longst á, vinnur. Øll skulu standa klár við startin hvønn heilan tíma og ger man ikki tað, er man úti. Eingin veit, nær kappingin endar, tí so leingi sum onkur stillar til startin er lív í kappingini. Gevst ein rennari, eitur tað “dnf” (did not finish) tí bert ein vinnari verður. Tá tað vónandi kemur har til at ein rennari er eftir og er tann einasti, sum stendur á startinum, skal viðkomandi renna eitt umfar einsamallur, fyri at enda sum vinnari. Seinasta ár vann eingin, tí tey tvey, sum runnu sum tey einastu, gjørdu av at gevast í senn. Spennandi verður at vita, hvussu leingi verður runnið í ár.
Barnagarðurin Spírin, verður tilhaldstaðið í pausunum. Hvør luttakari fær eitt økið, har tað ber til at innrætta seg. Helst skal rennast soleiðis, at eini 10-15 min av hvørjum tíma er pausa, har man kann eta, hvíla ella orna privat ørindi. Bragdið bjóðar heitan mat, frukt og annað gott at eta og drekka allar tímarnar, so eingin nýtist at renna svangur ella tystur. Eisini ber til at taka mat við sjálvur. Hvør luttakari kann hava ein hjálpara, ikki at renna við, men at hava í pausunum.
Hallur Holm er royndur backyard rennari, saman við konuni Elisabeth, og er hetta tey bæði, saman við øðrum góðum Bragdafólki, sum skipa fyri. Tey eru spent, og sanniliga øll hini, sum standa klár leygarmorgunin, tá Hallur floytar øll avstað.
Meldast kann til á leinkinum og har ber eisini til at fylgja við live:
https://my.raceresult.com/279943/info