Eitt ferðalag við 5 skjótum monnum úr Bragdinum, eru hetta vikuskiftið í Barcelona.
Teir skulu renna ½ marathon sunnumorgunin kl 8.30 lokala tíð. Rennararnir eru Rógvi Kárason og Neli Heldarskarð, sum báðir eru fluttir til Danmarkar í summar og Bogi Hjalt, Oliver Granhøj og Sigurd av Reyni, sum allir búgva í Havn.
Teir hava allir sítt mál og hava vant fram móti kappingini, men flestu teirra hava verið raktir av sjúku í seinastuni, sum so nógvir aðrir føroyingar, og tí eru teir eitt sindur ivasamir, um teir náa málinum. Venjingin hevur tó verið góð og teir eru spentir til uppgávuna. Rutan er sløtt og tí liggur væl fyri at renna eina góða tíð, um alt spælir væl av.
Vónandi fer tað at ganga teimum væl á gøtunum í Barcelona. Vit eru spent her heima og ynskja tykkum fimm bestu eydnu. Njótið hvønn kilometur.





