Kl 2.00 føroyska tíð í nátt, fer Hallur Holm aftur at renna. Hesa ferð skal hann luttaka í HM í 24 tíma renning. Kappingin er í Taipai, høvuðsstaðnum í Taiwan.
Hallur er ein av fýra monnum, sum er tikin út til danska landsliðið. Heldur enn fegin vildi hann umboða Føroyar, men tað ber so ikki til. Tá tað er sagt, er tað stórt at verða tikin út og Hallur er ikki sørt errin av tí.
At renna eitt heilt samdøgur krevur, at hjálpari er við og hesa ferð er systir Hall, Borgarhjørt, farin við.
Vit eru spent og gleða okkum at fylgja við.
Hiðani koma ynski um bestu eydnu og ein góðan túr, Hallur 🙂
Leinki niðan fyri er frá Dansk Atletik og har ber til at síggja, hvussu vit kunnu fylgja við: