Í samband við at Hallur Holm, sum rann við danska landsliðnum saman við teimum bestu í 24 tíma renning, skipaðu vit fyri einari hugnaligari heiðursløtu í Bragdahúsinum. Hallur var úttikin, sum ein av fýra, so ikki kann sigast annað, at tað er stórt og at hann hevur nógv at verða errin av. Hallur gjørdi ikki mætari enn at vinna sín aldursbólk og harvið er hann heimsmeistari í 24 tíma renning. Har ræður tað um at renna so langt sum møguligt í 24 tímar!
Nógvir limir komu at heilsa uppá heimsmeistaran. Forkvinnan helt eina stutta røðu og handaði Halli eina keiputekning, sum gøtumaðurin Jens Klæmint hevði teknað og eitt blómutyssi. Hallur segði nøkur orð, har hann millum annað setti stóran prís á felagskapin í Bragdinum. Millum gestirnar var eisini europameistarin, ungi Jónas G. Isaksen og Henry Olsen, sum júst hevur sett pr á marathon í Valencia.
Her er eitt prát millum Hall og Sølva, formannin í FÍF:
Og her er eitt brot frá Góðan morgun Føroyar sendingini, har Hallur greiðir væl frá upplivingini:
https://kvf.fo/gmf?sid=167053&fbclid=IwAR3sVCkES7wfHNPSkmfDhY0AdsXEGL6QyMYgv594a-TnS6pPCyqJ9-GjKvI
Hjartaliga til lukku við bragdinum, Hallur 🙂